Netútgavan av Móðurmálsorðabókini verður verandi ókeypis, hóast tað á heimasíðuni sær út til, at tú skalt gjalda fyri at fáa atgongd
Tað er fallið mongum fyri bróstið, at gjald tykist vera lagt á nógv brúktu netútgávuna av Móðurmálsorðabókini. Tá farið varð inn í leitiskipanina á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum koma boð um, at framyvir mást tú tekna hald fyri at fáa atgongd til leitiskipanina.
Sambært Saru Joensen, skrivara í Orðabókagrunninum, hevur tað tó ongantíð verið ætlanin at leggja gjald á netútgávuna av Móðurmálsorðabókini.
At trupulleikar eru í løtuni við leitiskipanini, hongur saman við ymsum tekniskum tvørleikum, sum komu í, tá fleiri aðrar orðabøkur vóru lagdar út á heimasíðuna herfyri.
Hesar mást tú tekna hald til, men atgongdin til Móðurmálsorðabókina verður verandi ókeypis.
- Nevndin í Orðabókagrunninum metir ókeypis atgongdina til Móðurmálsorðabókina vera so grundleggjandi, at tað skal nógv til, áðrenn gjald verður lag á hana. Sjálvt um tað als ikki er vanligt aðrastaðni við ókeypis atgongd til orðabøkur, so halda vit at støðan í hesum førinum er serstøk, sigur Sára Joensen.
Men onkursvegna mungu eyka inntøkur til fyri at stovnurin kann menna seg, og tí er gjald lagt á hinar orðabøkurnar, sum eru tøkar á heimasíðuni hjá Orðabókagrunninum, vísir Sara Joensen á.
Beinleiðis atgongdin til Móðurmálsorðabókina á netinum fæst á hesi leinkju: www.obg.fo/fob/fob.php