Opinleiki og gjøgnumskygni ein borgararættur

Býráði er umsiting borgarans, tí hava allir borgarir rætt til at vita hvat býráðið tekst við.

Tað er ein skylda hjá býráðnum, at veita hesa tænastu

Ì hesum teldu tíðum, er ongin umbering fyri, ikki at gera hetta.

Býráði skal m.a.hava eina heimasíðu har borgarin sær hvørjar tænastur eru í kommununi. Har skulu eisini vera øll skjøl borgarin kann fáa brúk fyri, í skriftligum samskifti við kommununa

Men tað íð hevur størsta týdning, er tað býráðslimir gera og taka støðu til. Fyri at borgarin skal kunna fylgja við í hesum, skal postlistin, ( yvurlit yvur allan post til komm.) alm. kunngerast. Fíggjarlógin, framtíðarætlanir, skrá fyri nevndar/býráðsfundir og fundarsamtyktirnar skulu eisini vera alm.atkomiligar. Persónsmál skulu sjálvandi ikki út alment.

Mannagongdin nú er, at borgarar kunna biðja um innlit í ymisk mál, men treytin er sjálvandi at borgarnir kenna til máli. Við opinleika kunnu borgarar fylgja við og betur biðja um innlit, har tey hava brúk fyri tí.

Býráðið skal hava opnan og professionellan dialog við borgaran. Møguleiki skal vera fyri, at seta bæði alm. og privatar spurningar, har sjálvandi bert teir alm. vera svaraðir alment.

Nærdemokrati, tað er borgarafundir, har býráði kunnar borgaran um ymsar ætlanir í býnum og borgarin fær høvi til at siga sína meining um ætlaninar. Tað er umráðandi at borgarin merkir hann verður tikin við uppá ráð.

Borgrarnir skulu til ein og hvørja tíð og hvar hann enn er staddur kunna fylgja við hvat býráðið ger

Kann ein býráðslimur ikki opi standa við tær avgerðir hann tekur, er hann ikki sína uppgávu vaksin.