Leygardag og sunnudag er opið frá kl. 14 til 17, meðan tað gerandisdagar er opið frá kl. 10 til kl. 17. Fyrsta hvítusunnudag er stongt, men aðrar heilidagar er opið sum sunnudag.
Ein lítil broyting er, meðan fiskivinnuframsýningin stendur í gerð.
Seinni í summar letur upp ein gestaframsýning, nevnd "Úrtøka úr felags havi".
Fyri at gera savnið meiri atkomiligt hjá rørslubrekaðum, fingu vit í 3. desember í fjør, sum er dagur teirra brekaðu, sett eina lyftu upp, so at møguligt er hjá fólki í koyristóli at sleppa inn í allar partar av framsýningini.
Sum nakað nýtt hava vit nú enn fleir bøkur í sølubúðini í framsýningini, eins og ymisk postkort verða til sølu. Um stutta tíð ber til hjá vitjandi at rinda við gjaldkorti.
Nýggja heimasíðan hjá fornminnissavninum hevur bústaðin: www.natmus.fo
Ætlanin er at heimasíðan verður brott og víðkað alla tíðina, so áhugað kunnu fáa sær kunnleika um savnið og virksemi hjá savninum eisini henda vegin.
Millum annað er í umbúna at leggja stóra myndasavnið hjá savninum út á heimasíðuna.
? Ferðast í egnum landi - frí í Føroyum - vitja søvnini, sigur Regin Debess, savnslærari í tíðindaskrivi.