Føroya Javnaðarflokkur
14. februar 2001
Rættiligt kjak hevur nú tikið seg upp í donskum bløðum, serliga Ekstrablaðnum, um føroysku undirgrundina. Hví henda greinarøð nú stingur seg upp, kunnu vit sjálvsagt hava okkara tankar um, men tað er rættiliga sannlíkt, at endamálið er at skaða viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Líkt er til, at henda greinarøð hevur fingið danskar politikkarar at seta spurningar og krevja kanningar av avtaluni frá desember 1992 um ráevni í føroysku undirgrundini.
Men tað er sanniliga eisini líkt til, at bæði ávísir politikkarar og nú eisini embætisfólk her heima sáa iva um hesa avtalu og siga, at danskir myndugleikar kunnu taka málsøkið aftur, tí yvirvaldsrætturin er teirra.
Tað er sera umráðandi, at landsins myndugleikar nú staðiliga koma til orðanna og taka allan iva burtur um avtaluna frá 1992. Umráðandi er at fáa sligið fast, at henda avtala undir ongum umstøðum verður viðgjørd av nýggjum.
Hetta er eisini neyðugt, fyri at áhugin hjá oljufeløgum á Føroyaleiðini ikki verða fyri afturstigi.
Heitt verður tí á løgmann og landsstýrismannin í oljumálum at taka neyðugu stigini, sum rudda burtur allan iva um óskerda rætt føroyinga til ráevnini í undirgrundini, og at hesin rættur ikki kann takast frá okkum.