Opel Vivaro og Renault Trafic verða framleiddir á somu General Motors verksmiðju í Onglandi. Við tað at teir eisini verða gjørdir sum minibussar, eru teir sera komfortablir, og koyrieginleikarnir eru heilt í topp. Innan eru teir eisini eins, einans merkið í rattinum avdúkar, um talan er um ein Opel ella Renault.
Tvær støddir
Tríggir motorar eru at velja ímillum, tveir diesel og ein bensinmotorur. Tann mest áhugaverdi er common-rail dieselmotorurin við 100 hk. Bilarnir verða framleiddir við tveimum ymiskum aksulfrástøðum, har vørurúmdin á tí størra er 6 rúmmetrar.
Frá VR Bilum sigur stjórin, Sverri Steintún, at teir fyrstu Renault Trafic koma eftir nýggjár. Kári Hansen, sølumaður hjá P/f Meinhardt Arge sigur, at fyrstu Opel Vivaro koma til landið um 2 vikur.










