OPEC fundur trýstir oljuprísin niður

Opec hevur gjørt av at økja samlaðu framleiðsluna av olju, og tað kann seta ferð á fallandi oljuprísir.

 

Oljuprísurin er fallin dramatiskt, og felagsskapurin hjá oljuframleiðandi londunum, OPEC, gjørdi onga roynd í dag at steðga niðurtúrinum.

 

Opec-keldur siga, sambært Ritzau, at oljuráðharranir á fundi í Wien hinvegin gjørdu av at økja samlaðu framleiðsluna av olju úr 30 milliónur tunnum til 31,5 milliónir tunnur.

 

Opec-ráðharrarnir vóru ógvuliga fámæltir, tá teir fóru av fundi í kvøld, men irakski oljuráðharrin segði, at tað var semja millum ráðharranar.

 

Opec, sum fyrr var ført fyri at diktera oljuprísin við at skrúva upp og niður upp á framleiðsluna hjá limalondunum, hevur nú bara ein lítlan triðing av alheims oljuframleiðsluni.

 

Avgerðin í dag fekk prísin á norðsjóvarolju at falla við næstan tveimum dollarum til 43 dollara fyri tunnuna.

 

Tað er ikki greitt, um kvotan hjá Indonesia er við í framleiðsluloftinu. Indonesia, sum framleiðir 900.000 tunnur av olju um dagin, er júst endurlimað í Opec.

 

Fátækastu limalondini í Opec hava lagt trýst á, fyri at fáa tey størstu oljuframleiðandi londini við Saudi-Arabia á odda, til at avmarka teirra framleiðslu.

 

Men Saudi-Arabia og hini stóru Opec-londini hava í staðin valt at halda seg til ætlanina um at verja teirra marknaðarpartar.

 

Saudi-Arabia hevur fyrr sagt, at tað bert vil umhugsa at lækka framleiðsluna, um Irak og Iran semjast um at samstara, og um oljuframleiðandi lond uttan fyri Opec, sum til dømis Rusland, gera av at standa saman við Opec í at skerja framleiðsluna.

 

Men tað vil Rusland ikki.

 

Irak sigur, at landið – líka mikið hvat Opec sigur – vil halda fram við at økja framleiðsluna næsta ár, skrivar Ritzau.