Fyrsta opna uppboðssøla av rættindum var fyri eini viku síðan og nú verður onnur uppboðssøla av sama slag.
Tað er fiskamarknaðurin á Toftum, sum stendur fyri uppboðssøluni, sum verður kl. 13 í dag.
Á uppboði í dag verða 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild.
Sum sagt, so fyrsta uppboðssøla fyri eini viku síðan. Tá var botnfiskur í Barentshavinum til sølu umframt makrel. Tá var selt fyri tilsamans 19.1 milliónir. 10 løgdu boð og sjey fingu lut í rættindunum, fimm reiðaríir og tvey virkir.