Róðrarsambandið hevur fingið klagu um nøkur viðurskifti á seksmananfarinum Páll Fanga úr Klaksvík, sum ikki skuldu vera í lagi Men, har er onki ólógligt umborð á bátinum.
Tað staðfestir Jákup Guttesen, nevndarlimur í Róðrarsambandinum fyri Portalinum, nú beint áðrenn róðurin á vestanstevnu byrjar.
Portalurin hevur frætt, at aðrar róðrarmanningar hava varnast, at broytingar eru gjørdar umborð á vinnarabáturin burtur av í ár, Páll Fanga úr Klaksvík.
Hesar broytingar eru nú fráboðaðar Róðrarsambandinum, tí mett var, at tær vórðu ólógligar.
Tað, sum sipað verður til, er, at teir á Páll Fanga hava sett ein lista í bátin, sum hjálpir teimum styðja beinini, tá ið teir taka bekktøk, so at teir fáa tikið serliga nógv á,
og tað hildu aðrir rógvarar ikki vera lógligt.
Jákup Guttesen sigur, at fráboðanin, sum Róðrarsambandið hevur fingið, er í einum teldubrævi og lýkur ikki krøvini til eina formliga kæru.
Men Róðrarsambandið hevur kortini kannað málið í dag, men har er onki at finnast at.
- Páll Fangi lýkur tey krøv, sum Róðrarsambandið og aðalfundurin hjá Róðrarsambandinum seta til kappróðrarbátar, sigur Jákup Guttesen.
Og sostatt ger Róðrarsambandið ikki meiri við málið.










