Ongin skal sigast upp

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Jan Christiansen, sigur, at býráðið hevur ongar ætlanir um at siga nakra dagrøktarmammu úr starvi tá stovnstørvurin verður nøktaður í 2005

Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, hevur lovar, at tá valskeiðið er úti, so hava borgarar í kommununi ansingartrygd til børnini. Og hetta lyftið verður hildið, tí aftaná summarfrítíðina komandi summar, so hava øll børn yvir eitt hálvt ár í kommununi fingið ansingarpláss.
Tørvurin verður nøktaður við trimum skipanum. Tað eru dagrøkt, vøggustova og barnagarður. Men sambært borgarstjóranum vísir tað seg, at ynskið hjá foreldrunum er at fáa børnini á ein stovn framum at fáa tey í dagrøkt. Hetta vísa umsóknirnar av ansingarplássum, har foreldur í størstan mun velja stovn framum dagrøkt.
? Men vit hava ongar ætlanir um at siga nakra dagrøktarmammu úr starvi komandi árini. Tá tørvurin verður nøktaður, verður talið á dagrøktarmammum møguliga minkað eitt lítið sindur, tí tørvur verður á at hava pláss til 100 dagrøktarbørn, greiðir Jan Christiansen frá. Men hann undirstrikar, at um talan skuldi verið um eina minking av dagrøktarum, so fáa teir bjóðað annað starv.
Borgarstjórin vísir á, at í og við, at Tórshavnar Kommuna kann veita borgarunum ansingartrygd, so kann ein eisini vænta, at tilflytingin veksur. Og tí kann tað væl vera, at talan als ikki verður um nakra minking.
? Men um nøkur minking verður gjørd, so verður tað ikki fyrr enn í 2005, tá tann seinasti stovnurin verður klárur, slær Jan Christiansen fast.