Tað verður ongin undirsjóvartunnil gjørdur í Sandoy enn á sinni. Tað staðfesti Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, í Løgtinginum í dag, eftir at sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, hevði spurt hana eftir tunlinum.
Annika Olsen staðfestir, at samgongan hevur onki er sett av til Sandoyartunnilin á fíggjarlógini fyri 2011 og tað er heldur onki sett av á langtíðar-íløguætlanini.
Men hon staðfestir kortini, at talan er um eina góða ætlan, sum kann takast upp aftur, tá ið játtanarligu karmarnir verða rúmari.
Gerhard Lognberg hevur áður verið treytaleysur í kravinum um undirsjóvartunnil, men hann gjørdi av at taka svarið frá landsstýriskvinnuni positivt.
Hann skilti, at hetta er ikki tíðin at fara undir so stóra verkætlan, men hann fegnaðist um, at landsstýriskvinnan framvegis heldur, at talan er um eina skilagóða verkætlan, sum kann takast fram aftur, tá ið tíðirnar eru batnaðar.