Ongin Ronaldo móti Barcelona

(Upptakt) Cristiano Ronaldo er skaddur til Copa del Rey finaluna í kvøld

Tað verður uttan Cristiano Ronaldo, at Real Madrid í kvøld spælir sponsku steypafinaluna móti FC Barcelona. Venjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti, boðaði í gjár frá, at hann ikki er sinnaður at brúka Cristiano Ronaldo í kvøld.

 

- Hann verður ikki tøkur til dystin. Tað er ov stórur vandi at brúka hann nú. Vit hava eisini aðrar týdningarmiklar dystir fyri framman, sigur Carlo Ancelotti um Cristiano Ronaldo, ið fór skaddur av vøllinum móti Borussia Dortmund í Champions League.

 

Real Madrid er í hørðum stríði við Atletico Madrid um spanska meistaraheitið, umframt at felagið í hálvfinaluni í Champions League skal spæla móti Bayern Munchen. Sergio Ramos verður helst tøkur til í kvøld, meðan Marcelo er skaddur.

 

Fyri Barcelona kemur tað illa við, at Gerard Pique, Carles Puyol og Marc Bartra allir eru ivasamir. Onkur av teimum skal helst spæla undir liðini á Javier Mascherano í miðverjuni.

 

Seinast Real Madrid og Barcelona møttust í Copa del Rey finaluni var í 2011. Tá vann Real Madrid 1-0 við málið, sum Cristiano Ronaldo stútaði í kassan í longdu leiktíðini. Seinast liðini møttust var fyri kortum, tá Barcelona vann 4-3 á Santiago Bernabéu í Madrid.

 

Copa del Rey finalan verður í kvøld klokkan 20:30 á Mestilla leikvøllinum í Valencia.