Ongin miltbrandur í Føroyum

Nú, meira enn ein mánaða aftaná yvirgangsálopini í USA, eru fleiri dømi um miltbrand staðfest í USA. Eisini runt í Europa hava fleiri fráboðanir um miltbrand verið, men talan hevur har ongantíð verið um veruligan miltbrand ? heldur smádreingjalótir

 

Miltbrandur


Ongin fráboðan um miltbrand er skrásett á politigarðinum í Havn. Postverkið hevur heldur ikki lagt seg eftir at gera nakað eyka burturúr, nú nøkur dømi um miltbrand hava verið staðfest í Sameindu tjóðunum.

? Tað er umráðandi ikki, at gera eina mús til ein fíl, verður sagt av politigarðinum í Havn. ? Onki dømi um miltbrand hevur verið fráboðað her hjá okkum. Tí er tað týdningarmikið, at ikki blása støðuna upp, so borgarin verður bangin.

? Um tú fært eitt bræv, har tú hevur mistanka um, at miltbrandur kann vera í, skalt tú seta teg í samband við politiið beinanvegin, sigur Bergleif Brimvík av politigarðinum í Havn.

Danska Sundhedsstyrelsen hevur eisini sett nakrar reglar upp miltbrandi viðvíkjandi, og á politigarðinum hava teir eisini egnar reglar um ein fráboðan um miltbrand skuldi komið.


Postverkið ger fyribils onki


Á Postverkinum er alt púra vanligt. Onki serligt verður gjørt av tí, at ongi dømi um miltbrand hava verið staðfest í Europa ? enn.

? Vit hava samband við postverkið í Danmark, og halda okkum kunnugar við teir, sigur Mortan Rasmussen á Postverki Føroya.

? Ikki er lætt at gera nakað um talan skuldi verið um møguligar "kanningar" av brøvum, greiðir Mortan Rasmussen víðari frá. ? Tað stendur í grundlógini, at vit hava ikki loyvi at kanna brøv, og dentur verður lagdur á, at brøvini, ið verða send, eru privat. Hetta er eitt bræv millum sendara og móttakara, og hava vit bert skyldu til at bera brøvini út.

Um eitt bræv skal kannast, má postverkið ella politiið hava dómaraváttan. Tí er ikki so lætt at fara undir nakra gjølla kanning av brøvum. Harumframt er tað nærum ómøguligt, at kanna øll brøv, tí Postverkið tekur sær av umleið 40.000 brøvum um dagin.

Danska Postverkið hevur sett seg í samband við myndugleikarnar í Danmark, og síggja teir onga grund til at gera nakað burturúr. Tí sær Postverk Føroya onga grund til at skapa óneyðuga øsing millum fólk.

? Fyribils verður onki gjørt við málið, men um postverkini í Europa herða eftirlitið við brøvum, so verður tað sjálvandi eisini gjørt í Føroyum, sigur Mortan Rasmussen. ? Einasta ráðið, sum Postverkið hevur til fólk er at hava eygu og oyru opin. Nógv meira er ikki at gera júst nú.


Miltbrandur ongantíð staðfestur í Føroyum


Sambært landslæknanum, Høgna Debes Joensen, er ongin tilburður av miltbrandi staðfestur í Føroyum yvirhøvur.

? Miltbrandur er ein ígerðarsjúka hjá menniskjum og djórum, sum kemur av bakteriuni Anthrax, greiðir Høgni Debes Joensen frá.

? Sjúkueyðkennini eru húðsár, lungnabruni, diaré og blóðeitran. Húðsárini eru sum oftast rivur í húðina. Um tað kemur fyri, at ein andar hetta hvíta pulvurið inn í seg, kann tað viðføra deyðiligan lungnabruna. Viðgerðin ímóti miltbrandi er pencilin við høgum skamti.

Miltbrandur smittar ikki frá menniskja til menniskja. Tað er bert um tú hevur verið í samband við sjálva bakteriuna, at tú gerst sjúkur.

Bæði politiið, Postverkið og landslæknin leggja áherðslu á, at møguleikin fyri miltbrandi í Føroyum er ógvuliga lítil. Dentur verður lagdur á, at fólk ikki kenna seg ótrygg, tí ongin grund er til tess.