Ongin mótstøða frá Fleyr

Gassið er farið úr gamla klassikaranum í flogbólti. Munurin millum Mjølnir og Fleyr er so stórur í løtuni, at eingin spenningur er um, hvør vinnur tá liðini hittast og tað er spell, tí tað nýtist ikki vera so

Fleyr-Mjølnir 0-3 (18-25, 14-25, 15-25)


Flogbóltur

kvinnur


Soleiðis var tað í hvussu er ikki í gomlum døgum. Tá brakaði tað í, tá liðini hittust, og áskoðarin kundi vera vísur í, at leikararnir stríddust á vøllinum. Tíverri er ein partur av hesum horvin í dag, og fyrr enn tann andin kemur aftur í leikin kemur spenningur aftur í dystirnar millum liðini.


Nógv sterkari

Tað er einki at dylja yvir, at Mjølnir er tað sterkara liðið í løtuni. Um tað kortini er so nógv betri, sum settúrslitini siga, er kortini ivasamt, og tí er tað helst eisini annað enn spælið, sum ger seg galdandi tá til stykkis kemur.

Eingin ivi er um, at spælið hjá Mjølnir er sera væl skipað, og tað er sjáldan, at meistaraliðið úr Klaksvík spælir ein bólt yvir um netið við fingraslagnum, sum kann sláast. Tað ljóðar kanska ikki av so nógvum, men tað merkir í roynd og veru, at Mjølnir alla tíðina leggur trýst á móttøkuspælið hjá mótstøðuliðnum.

Og tað var júst móttøkuspælið hjá Fleyr, sum sveik so grúvuliga leygardagin. Mjølnir legði seg eftir at trýsta Fleyr í servumóttøkuni og tað eydnaðist til fulnar í byrjanini. Kortini var tað júst í fyrsta settinum, at Fleyr so dánt kláraði at fylgja við Mjølnir, men tað var so verri enn so nóg mikið til at taka stig frá teimum.

Til tað vóru klaksvíksdámurnar ov sterkar.


Ikki í sterkastu uppstilling

Hóast Mjølnir vann ein greiðan sigur leygardagin, so var liðið ikki komið til Havnar við sterkastu uppstilling. Vera Larsen og Tina Jacobsen vóru ikki við á liðnum og tað gav tveimum heilt óroyndum leikarum møguleikan í bestu deildini.

Ein teirra var Katrin Petersen, sum spældi libero og hesum kom hon bara heilt væl frá.

Og júst hetta er kanska ein annar lykil til gátuna um, hví Mjølnir so ofta vinnur á Fleyr.

Tað kann vera, at tær duga betri at seta nýggjar leikarar við í røttu løtuni enn Fleyr dugir. Seinastu árini hava fleiri nýggir leikarar fingið møguleikan á besta liðnum hjá klaksvíkingum og hóast tað ikki altíð er blivið til so nógvar bóltar, so hava tær verið við, og fingið tevið av sigrinum. Júst hetta er góð barlast at hava við sær næstu ferð ein skal hitta sama liðið.


Mugu leggja meira fyri

Hóast tapið leygardagin, so er Fleyr enn á triðjaplássinum, nú kappingin er komin í helvt. Mjølnir og Dráttur hava 18 stig meðan Fleyr hevur tíggju. Nú vera so stigini deild við tvey og tað ger so, at munurin upp á átta stig bert verður til fýra, og tað er ikki verri enn, at tað kann heintast innaftur.

Men so skal ganga væl hjá Fleyr og knappliga so væl hjá hinum báðum.

Men tað er so greitt, at skal Fleyr gera sær nakrar tankar um at vinna á Mjølnir og Drátti, so skulu tær trúgva meira upp á seg sjálvar. Trúgva uppá, at tær megna at vinna á liðum, sum tær hava tapt ímóti í landskappingini í fleiri ár, og tað er ikki ómøguligt, tí tær hava jú vunnið á teimum í øðrum sambandi.


Myndatxt

Tað sum fyrr var klassikarin líkist nú mest einum avgreiðsluspurningi. Leygardagin hevði Fleyr ongan møguleika, tá tær dystaðust móti Mjølni

Mynd: Álvur Haraldsen




Sagt um dystin


Marjun Kalsø, Mjølnir:


- Sigurin hjá okkum var ov lættur. Fleyr eigur ? og plagar eisini ? at geva okkum meira mótstøðu enn tær gjørdu leygardagin. Vit høvdu sagt, at vit skuldu trýsta tær við servuni frá byrjan og tað riggaði øgiliga væl, sigur Marjun.

Hon heldur orsøkina til greiða sigurin vera, at tær lata Fleyr gera mistøkini og brúka orkuna upp á sítt egna spæl.

- Vit trýsta eisini mótstøðuliðið alla tíðina. Vit sláa meira enn tær gera, og tað merkir, at tær fáa ikki frið at byggja sítt spæl upp. Umvent sláa tær ikki nóg nógv og tað gevur okkum ta tíð vit hava fyri neyðini at fáa okkara álopsspæl at sita væl, leggur hon afturat.



Mariann Øster, Fleyr


- Vit eiga ikki at spæla so illa sum vit gera í dag. Móttøkan fer av lagi beinanvegin og tær fáa fleiri stig á rað, og tað er ikki neyðugt. Hóast vit hanga í, so fáa vit ikki heintað handan munin innaftur og so fara vit niður við nakkanum, sigur Mariann.

Hon heldur, at tað eisini hevur nakað við tað at gera, at fleyrleikararnir eru ikki nóg skjótir í at umstilla seg til broyttar umstøður.

- Vit avtala at spæla á ein hátt, men tá Mjølnir hevur lisið tað av, so eiga vit at broyta okkara spæl, men tann parturin svíkur. Kanska tí at vit hava ov stóra virðing fyri teimum, sigur Mariann.