Tað eru ongar kanningar sum vísa, at geislingarnar frá 5G tøknini eru skaðiligar og tí fara vit ikki at steðga á at menna 5G í Føroyum, Tað staðfestir Poul Michelsen landsstýrismaður vinnumálum.
Helgi Abrahamsen, sum hevur hevur havt sæti á Løgtingi fyri sambandsflokkin, hevur spurt hann um heilsuvandan, ið summi siga, stendst av geislingum frá 5G, og hann heldur, at ivin eigur at koma fólki til góðar. Tí hevur hann spurt um ætlanin er at steðga á við útbyggingini til hetta er kannað gjølligari.
Men tað verður ikki steðgað á, sigur Poul Michelsen. Hann sigur at umsóknin frá Føroya Tele um at byggja 5G tøkina út, er framvegis til viðgerðar og væntandi ganga nakrir mánaðir til ein avgerð er tikin
Men landsstýrismaðurin vísir eisini aftur, at geislingarnar frá 5G skulu vera serliga kraftigar. Hann sigur, at Føroya Tele hevur søkt um at brúka frekvensir, sum ikki eru sterkari enn teir, sum internetið í Føroyum hevur havt í nógv ár
– Granskingin á økinum stuðlar ikki uppundir, at radiosignal eru heilsuskaðilig tá ið markvirðini verða hildin, og tey verða hildin í Føroyum, sigur hann. Hann vísir eisini á, at Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í Føroyum hevur áhaldandi viðgjørt granskingina á økinum, og tey ávara ikki um skaðilig heilsuárin. Heilsustýrini í grannalondunum siga tað sama.
Heimsheilsustovnurin WHO kann heldur ikki vísa á, at geisling er skaðilig, men mælt verður kortini til, at granskað hetta meira. Poul Michelsen vísir eisini á, at sami ótti var fyri heilsuvandanum, tá ið 3G netið og 4G netið vórðu sett upp.
– Av tí, at somu frekvensir eru brúktir í meira enn 25 ár, og ongar vísindaligar ábendingar eru um, at tað hevur skaðiliga ávirkan á heilsustøðuna hjá fólki, verður tað ikki mett at vera neyðugt at steðga hesum radiosignalum, sigur hann. Landsstýrið fer sjálvandi framhaldandi at fylgja teimum kanningarúrslitunum, leggur hann afturat.









