Ongin fer væl av at annar fer illa

Ein heilsan til landsfund Javnaðarfloksins, sum er í Klaksvík um vikuskifti.

Síðani síðsta landsfund hava verið ymiskar politiskar rembingar verið, og frá at hava løgmann hevur flokkurin nú fingið sera týdningarmikla landsstýrismannin í fíggjarmálum. Umframt hendan sessin hevur flokkurin eisini landsstýriskonuna í mentamálum og landsstýrismannin í heilsumálum.

Hesin síðst nevndi sessurin hevði eg persónliga ynskt var skiftur um við almannamál, tí tað á júst hesum økinum hava vit so nógv at verja og berjast fyri. Vit vita, at hetta øki hevur verið væl røkt av Hans Paula, og at hann hevur brent fyri sakini, men eitt sindur óvart var tað at hoyra, at almannamálini ikki fingið ta rúmd í síðstu løgmansrøðini, sum tey høvdu uppiborið.

Eg ivist tó ikki í, at Rósa fer væl um almannamálini og hevur eitt hjarta sum brennir fyri tí.

Nøkur grá skýggj reka yvir oyggjarnar í hesum døgum, serliga fyri sunnan og fyri norðan. Eg haldi tað hevði verið skilagott, at stig vóru tikin til, at rætta teimum eina hond, soleiðis at m.a. suðringar og norðingar høvdu møguleikar fyri at gera íløgur í teirra øki. Týdningarmikið er, at hóttafall ikki spjaðir seg og ger tað óliviligt á hesum plássum.

Í hesum sambandi skal nevnast, at eg haldi lítið um seinastu uppsagnirnar av starvsfólki á góðum arbeiðsplássum, bæði í næststørstu kommununi og á stórum ”privatum” arbeiðsplássum. Síggja vit burtur frá kommununi, so vita vit, at hesar fyritøkur eru væl fyri fíggjarliga, men her er sum við so nógvum øðrum, at tað hevur størri týdning at lata eigarum síðani størri vinningsbýti enn at taka samfelagslig atlit. Hetta er tað tey kallað fyri rationalisering og onnur líknandi gandaorð. Tey sum missa starvið eru sum oftast tey, sum kunnu hava ringastu møguleikarnar fyri at fáa annað arbeiði.

Eg havi ongantíð verið so neiligur yvir fyri bjargingarætlan landsstýrisins av Smyril Line, tí tað er nú at tað almenna má meta um okkara farleiðir til onnur lond. Slíkar bjargingarætlanir hava verið gjørdar fyrr bæði av Smyril Line og Atlantsflog, og í báðum førum hava ætlanirnar eydnast til fulnar. Í orðaskiftinum um hendan spurning var m.a. sagt, at um so var at Norrøna fór av landinum, so vóru aðrir áhugaðir klárir at taka yvir. Eg veit ikki, um tað er so, men eg undrist yvir, at um prísurin fyri at bjarga Smyril Line var um seksti milliónir, hví so hesir íleggarnir so ikki bara bjóðaðu seg fram og yvirtóku Smyril Line?

Eg haldi somuleiðis, at útrættaða hondin til íslendska fólkið frá landsstýrinum, við løgmanni á odda var stórsinni og ógvuliga skilagott avstaðfarið. Tað var sera væl hugsað, og ongin ivi er um, at virði í hesum er meiri vert enn pengarnir.

Javnaðarflokkurin – og í hesum førinum - við borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu á odda, setti veruliga hvøkk í. Við góðum felagsskapi og við góðari hjálp frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag eru nú ikki færri enn fimm fólk – tríggjar kvinnur og tveir menn – sum mynda flokkin í býráðnum.

Vit kunnu saktans verða nøgd. Eg ynski tykkum ein góðan landsfund.