Ongin dálkandi orkustøð í Klingruni í Hoyvík!

Tað hevur verið mikið tosað um hesa orkustøð hjá Fjarhitafelagnum í Klingruni í Hoyvík.

Eigarfelagið Inni á Gøtu og eigarafelagið á Hoyvíkshædd skipaðu fyri einum góðum og upplýsandi fundi
í bygninginum hjá Føroya tele í Hoyvík í oktober mánaði.

Ivi er sáddur – kanska av onkrum politiskum mótstøðufólki – um mína støðu í hesum máli.

Á fundinum boðaði eg púra greitt frá fyri fundarfólkinum, at tað skal ongin dálkandi orkustøð byggjast í Klingruni í Hoyvík.

Tjóðveldi arbeiðir áhaldandi fyri grønari orku. Eitt gott dømi, er hvussu vit stríddust saman við øðrum fyri at fáa varandi
orku – sjóvarfalshita – á Boðanesheiminum.

Tað gongur við rúkandi ferð við menningi av varandi orku. Ikki minni enn tríggjar stórar ætlanir í Suðurstreymoy liggja á borðinum
klárar at taka støðu til hjá komandi býráði. Her má eisini Fjarhitafelagið finna allar vitheilar fram, fyri at loysa hetta málið við
grønari og ikki dálkandi orku.

Jákup Símun Simonsen býráðslimur
og valevni á lista E - Tjóðveldi