Fiskiskapurin hevur sera stóran týdning fyri búskaparligu gongdina og búskaparliga vøksturin í Føroyum.
Og, hvat fiskiskapi viðvíkur, er tað serliga fiskiskapurin eftir botnfiski undir Føroyum, sum hevur áhuga, tí júst hesi fiskasløgini eru týdningarmikil fyri framleiðsluna og virksemið á landi.
Í einum yvirliti, sum fylgir við uppskotinum til fíggjarlógina, sum varð lagt fyri tingið herfyri, metir Fiskirannsóknarstovan, at vit fara at fiska tilsamans 69.000 tons av toski, hýsu, upsa og kongafiski komandi ár.
Í ár verður fiskiskapurin av hesum fýra fiskasløgunum mettur til 77.000 tons, tvs, 18.000 tons av tpski, 22.000 tons av hysu, 31.000 tons av upsa og 6.000 tons av kongafiski
Í yvirlitinum hjá Fiskirannsóknarstovuni, standa tølini fyri fiskiskapin eftir hesum fýra botnfiskasløgunum hesi seinastu árini, umframt at metingar eru gjørdar fyri fiskiskapin í ár og næsta ár.
Sum tað sæst, er fiskiskapurin eftir toski minkaður úr 37.000 tonsum í 1996, niður í 18.000 tons í fjør, og tað eru ongi útlit fyri, at gongdin fer at venda í bræði.
Hýsufiskiskapurin er rættiliga støðugur og upsafiskiskapurin veksur støðugt.
Eftir tilmælinum frá ICES, skal fiskiskapurin eftir toski ikki fara upp um 16.000 tons í 2001, fiskiskapurin eftir hýsu ikki upp um 22.000 tons og upsafiskiskapurin ikki upp um 17.000 tons.
Hinvegin hevur løgtingið ásett, at fiskidagatalið skal verða tað sama næsta ár, sum í ár. Men vit eiga ikki at vænta betri fiskiskap komandi ár.
Tað er heldur ikki væntandi, at okkara kvotur aðrastaðni verða nógv øðrvísi enn í ár, hóast stórar broytingar eru hendar viðvíkjandi teimum einstøku fiskasløgunum.
Eitt nú er botnfiskakvotan í Barentshavinum nógv skerd frá 1998 til í ár.
Sostatt er íkastið av fiskivinnuni til samfelagsbúskapin minkað seinastu árini.
Hinvegin er eftirspurningurin eftir fiski stórur. Harafturat er prísurin høgur og framleiðsluvirðið høgt.
Umframt útboðið av fiski á heimsmarknaðinum, eru tað nógv onnur viðurskifti, sum kunnu ávirka prísin á fiskim, men í løtuni er onki, sum bendir á, at prísirnir fara at broytast stórvegis.
Eitt nú verður nógv gjørt uttanlands fyri at fáa fólk at eta meiri fisk.
Harafturat gera sjúkur í hønungum, neyta-og oksakjøti, o.ø. sítt til, at stimbra eftirspurningin eftir fiski.
Yvirlitið, sum fylgir við fíggjarlógini vísir eisini, at umframt skip, stavar nógv tann størsti parturin av vøkstrinum í útflutninginum frá laksi og síli, men eisini útflutningurin av saltfiski er nógv vaksin. Hinvegin er útflutningurin av frystum og ísaðum fiskaflaki minkaður eitt sindur. Útflutningurin av fiskavørum til ídnað er eisini minkaður nakað.
Hinvegin verður mett, at útflutningsvirðið av alivinnuni fer at verða 1,5 milliard longu í 2002. Í fjør var tað 880 milliónir. Sostatt fer alivinnan at standa fyri bróðurpartinum av føroyska útflutninginum um heilt fá ár.