Farmaleiðir
Nú ætlanin er at einskilja Farmaleiðir hjá Strandferðsluni, er tað ein stórur spurningur, hvussu verður við farmaflutninginum til og úr Sandoy og Suðuroy og flutninginum ímillum bygdirnar í hesum báðum oyggjum.
Tað ásannar, Jógvan við Keldu.
Hann er landsstýrismaður í innlendismálum og sostatt hevur hann høvuðsábyrgdina av einskiljingini.
Á samferðslufundi í Vági mánakvøldið reisti Johan Dahl spurningin og vísti á, at hann fór ikki at góðtaka eina einskiljing, sum ikki hevði flutningsskyldu við sær, so at virki í útjaðaranum ikki fóru at verða verri fyri enn tey eru nú.
Tá ið Farmaleiðir eru einskildar, skal tað framvegis bera til hjá virkjum í útjaðaranum at keypa smáar nøgdir av fiski og fáa tey flutt til virkið, líka ómakaleyst sum nú, segði hann.
Ongin avgerð tikin
Landsstýrismaðurin í innlendismálum ásannar, at enn er ongin avgerð tikin um flutningin til útjaðaran og í útjaðaranum.
Men hann sigur, at tað er eitt mál, sum tað verður arbeitt við.
Hann vísir á, at tað hevur verið tosað í minst 20 ár um at einskilja Farmaleiðir og tá ið tað ikki hevur eydnast enn, er tað sjálvsagt tí, at hetta hevur nakrar trupulleikar við sær, sum ikki eru lættir at loysa.
Men Kappingarráðið hevur staðfest, at tað er ólógligt hjá tí almenna at føra kappingaravlagandi virksemi á einum marknaði, sum tað privata røkir og tí er neyðugt at einskilja Farmaleiðir.
Hinvegin sigur hann, at tað er avgjørt, at ein serskipan skal finnast fyri Suðuroynna og Sandoynna, so at virksemið har kann halda fram uttan at verða tarnað.
Vit ætla at tryggja, at vinnulívið í Suðuroy og í Sandoynni fær umstøður at arbeiða á jøvnum føti við vinnulívið aðrastaðni. Tað er sera umráðandi at tryggja, at vinnulívið í Suðuroy og Sandoy ikki fær arbeiðsumstøður, sum eru kappingaravlagandi afturímóti vinnuni í Føroyum annars. Men samstundis skal tað skipast so, at Kappingarráðið kann góðtaka skipanina.
Akkurat, hvussu tað skal gerast, er støða ikki tikin til enn. Men eg meti, at onkrar treytir fara at fylgja við einskiljingini.
Men hvørjar hesar treytir verða, fær hann onki sagt um enn.
Mangla útrokningar
Hann staðfestir kortini, at Farmaleiðir hevur onga lógarbundna flutningsskyldu.
Strandferðslan hevur flutningsskyldu á sjónum, men á landi hevur hon í mong ár arbeitt, sum um at Farmaleiðir eisini høvdu eina flutningsskyldu og sostatt er ein siðvenja upparbeitt á hesum øki. Men lógarfest er tað ikki, staðfestir Jógvan við Keldu.
Hann sigur eisini, at skal flutningurin skipast akkurát sum hann er nú, er spurningurin, hvat er vunnið við einskiljingini.
Tað er ein útrokning, sum ikki er gjørd enn, sigur landsstýrismaðurin.
Hann leggur kortini afturat, at ein týðandi táttur í royndini eftir at javntseta vinnulívið í Suðuroy við restina á landinum, er, at í allarnæstu framtíð, verða farmagjøldini við Smyrli lækkað munandi, so at tað ikki verður dýrari hjá vinnuni at fáa vørur til og frá, enn tað er hjá virkjum aðrastaðni í landinum.
Hinvegin harmast hann um, at av tí at ein serskipan verður gjørd fyri Sandoy og Suðuroy, fer tað at forða privata fyritaksseminum í hesum oyggjum at fóta sær í hesi vinnugreinini.