Hermann Oskarsson, Hagstovunnar vegna
····
Vit eru vorðin varug við, at á tíðindaportalinum www.portal.fo og í viðmerkingunum til lógaruppskot hjá Miðflokkinum, standa orðingar, sum kunnu geva ta fatan, at Hagstova Føroya hevur upplýst Miðflokkin um talið av húskjum ella familjum skift á barnatal.
Hetta er ikki rætt.
Gerast má staðiliga vart við, at tað ber ikki til at gera hagtøl um húski í Føroyum, tí onki skrásetingargrundarlag er undir slíkum uppgerðum.
Tað er ikki sambært upplýsingum frá Hagstovuni, tá Portalurin m.a. skrivar at »Í Føroyum eru tað 456 húski, sum eiga minst fýra børn«. Tað er heldur ikki sambært upplýsingum frá Hagstovuni, tá Miðflokkurin í viðmerkingunum til lógaruppskotið m.a. skrivar, »at 11.864 børn u. 19 ár vóru í familjum við færri enn fýra børnum«.
Í Føroyum er ikki skrásetingargrundarlag til at staðfesta hvørki familjusamanseting ella samanseting av húskjum, tí ongar upplýsingar eru um neyvan bústað hjá fólki. Av tí sama ber ikki til at staðfesta, um børnini búgva saman við mammuni ella pápanum, ella um mamman og pápin búgva saman.
Hagstovan hevur, eftir umbøn, upplýst fyri Miðflokkinum talið á mammum og hvussu nógv børn teirra búgva í somu bygd sum mamman 1.januar 2005. Hetta gevur ikki grundarlag til hagtalsliga trúverdar metingar av stødd av húskjum ella familjum.