Ongar samráðingar millum sjúkrahúsfeløgini og Fíggjarmálastýrið

-

Hóast freistin hjá semingsmonnunum fyri at fáa samráðingar í lag millum sjúkrahúsfeløgini og Fíggarmálastýrið var úti klokkan tíggju í gjárkvøldið, vóru enn eingi stig tikin til nakran fund tá blaðið fór til prentingar seinnapartin í gjár.

Vinnumálastýrið tilnevndi semingsmenninar Alfred Petersen og Jógvan Amonson at fáa samráðingar seinasta mikukvøld vísandi til grein 10 í løgtingslóg um starvsmenn frá 20. mars 1958. Eftir reglugerðini skulu tilnenvdu semingsmennirnir fáa samráðingar í lag innan fimm samdøgur, men enn eru ongar samráðingar fingnar í lag.