Ongar fløskur í Gundadal

- Vit eru sannførd um, at dysturin leygardagin verður sera spennandi og fyri at byrgja fyri møguligum vandastøðum, fara vit inni at heita á áskoðararnar um at lata vera við at koma við fløskum inn á økið kring Ovara Vøll.

Tað verður ikki møguligt hjá áskoðarunum til steypafinaluna í annaðkvøld millum B36 og EB/Streym at hava fløskur við í Gundadal. Hetta staðfestir formaðurin í Kappingarnevndini, Sveinur Tróndarson, sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.

- Latið vera við at taka fløskur við til dystin, sigur hann.