Gullbrak
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóskvøld er, og klokkan er júst farin av sjey. Í ítróttarhøllini í Vestmanna skal besta mansliðið hjá VÍF hava sína seinastu venjing í hesum kappingarárinum - ein venjingartími, har teir síðstu smálutirnir skulu fínpussast undan gullbrakinum móti Kyndil í Havn tveir dagar seinni. Fyrsti maður úr umklæðingarrúminum er nýggja stjørnuskotið hjá VÍF, 18 ára gamli Karl Johan Djurhuus, ið vit hava gjørt eina avtalu við um eitt stutt prát.
Ein undarlig kensla
Dysturin móti Kyndli í dag er bert tann sætti hjá Karl Johan á besta liðnum hjá VÍF. Tað kann tó ikki sigast annað, enn at hann í hesum dystum hevur megnað at gjørt vart við seg, og millum annað skeyt Karl Johan ikki færri enn átta mál í dysti móti kollfirðingum herfyri.
Manningin á besta liðnum hjá VÍF hevur seinnu árini verið at kalla óbroytt. Tískil er tað ikki uttan orsøk, at trúfasta áskoðarafjøldin hevur eitt serliga vakið eyga við einum ungum og nýggjum spælara, ið kemur á liðið, og tað merkir Karl Johan eisini. Hann sigur, at tá ið tað er so sjáldan, at nýggir mans koma á liðið, so følir man tað eisini sum eitt trýst, tí at fólk vænta okkurt serligt, tá ið ein ungur spælari kemur á liðið mitt í einum kappingarári.
Karl Johan Djurhuus dylur ikki fyri, at tað var ein undarlig kensla at fara á vøllin við besta liðnum fyri fyrstu ferð. Gamaní hevur hann vant saman við hesum monnum nógvar ferðir, men harfrá og so til at fara á vøllin saman við teimum var nakað heilt annað. At hann var ikki sørt fjáltursstungin, er neyvan nakað at siga til, og Karl Johan væntar eisini sjálvur, at hann fer at hava nokk so fitt av nervum undan gullbrakinum móti Kyndil.
Øll snakka um hondbólt
At Karl Johan er komin á besta liðið hjá vestmenningum, hevur eisini merkt gerandisdagin hjá honum. Vestmenningar eru ógvuliga hondbóltsáhugaðir, og Karl Johan sigur, at beinan vegin eftir, at hann var komin á besta liðið, komu øll møgulig fólk yvir til hann at tosa um hondbólt, og tað var hann als ikki vanur við. Í Vestmanna er hondbóltsfepurin uppi í topp, og tí er lítið at siga til, at Karl Johan og allir liðfelagar hansara fáa nógvar spurningar frá fólki um, hvussu tað fer at ganga í gulldystinum móti Kyndil. Sjálvur vil Karl Johan ikki gera nakrar gitingar um úrslitið, men hann væntar, at talan verður um ein javnan og spennandi dyst við nógvum áskoðarum. At úrslitið so fellur til fyrimuns fyri VÍF, hevði eisini komið væl við.
Karl Johan Djurhuus er kanska ikki enn millum kendastu hondbóltsnøvn í Føroyum, men tað verður hann allarhelst um ikki so langa tíð. Evnini eru so avgjørt til staðar, og enn hava trúfastu áskoðararnir hjá VÌF verið nøgdir við tað, ið teir hava sæð av áskoðaraplássunum.