- Ongantíð umhugsað at keypa Kollafjørð Pelagic

Stjórin í Varðanum Pelagic leggur enn einaferð dent á, at virkið verður uppafturbygt á Tvøroyri

- Vit hava ongantíð umhugsað at keypa Kollafjørð Pelagic. Suðuroyggin hevur brúk fyri okkum, og vit hava aldrin angrað, at vit bygdu á Tvøroyri.


Tað sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic, í samrøðu við Sosialin, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.


Tað eru tvær vikur síðan, at felagið fekk játtað byggiloyvi frá Tvøroyrar kommunu til at endurreisa virkið, ið brendi í grund fyrr í ár. Men líka síðan hava leysasøgur gingið um, at hollendsku eigararnir hjá Kollafirði Pelagic hava bjóðað Varðanum virkið í Kollafirði, og at útlit harvið eru fyri, at virkið á Tvøroyri slett ikki verður bygt uppaftur.


Í samrøðuni við Sosialin staðfestir Bogi Jacobsen, at virkið verður endurreist á Tvøroyri, men ásannar, at hann kennir til søgurnar um eitt møguligt keyp av Kollafjørð Pelagic.


- Tað er ikki meira enn tað, at man í hesi vinnuni snakkar saman, men einki meira enn tað, sigur stjórin.


Í blaðnum er ein longri samrøða við Boga Jacobsen um hvussu hann bleiv stjóri, eldsbrunan og hvussu politikarar og vinnufólk muga vísa sosiala ábyrgd.