Ongantíð í gongd

– Fyrsta settið var avgerandi fyri okkum, tí tá høvdu vit fýra settbóltar, men fingu tað ikki at rigga kortini. Og so mistu vit bara alt spælið restina av dystinum, segði landsliðsvenjarin hjá flogbóltsmonnunum, Fridolin Bic.

– Men vit hava nógvar nýggjar spælarar á liðnum, og hetta er ein av teimum dystunum, har rutinan kundi borið okkum ígjøgnum, men hana hava vit bara ikki. Vit spældu frá byrjan, sum vit skuldu, men síðani gjørdist tað ov stressað hjá okkum.

Suni Juul Pedersen var heldur ikki eftir dystin nøgdur við innsatsin:

– Hetta var ikki gott. Vit fóru eitt sindur niður við høvdinum, tí vit vóru jú á odda 16-9 og spældu væl, men allíkavæl komu gotlendingarnir spakuliga inn í dystin. Tað koyrdi bara ikki hjá okkum, segði hann.

– Vit høvdu góðar móttøkur allan dystin, men tordu bara ikki nóg væl at sláa. Hinvegin spældi Gotland øgiliga væl og gjørdi ikki so nógvar býttar feilir.

hil