Seinnapartin í dag leyp í bratta grótvegginum , ið er við Sandvíksvegin. Tað er brekkan niðan móti tunnlinum til Sandvíkar, Hvalbiar megin.
Fitt av gróti kom á vegin í smølu og brøttu brekkuni, ið leiðir niðan til tunniin til Sandvíkar.
Sum sæst á myndatemanum, eru rættiliga stórir klettar ímillum. Klettar, ið kunnu gera stóran skaða í fallinum.
Sí myndatema
Onki er frætt um skaða á annað, enn sjálavn Sandvíksvegin.









