Fótbóltur
Á tíðindafundinum eftir dystin kom landsliðsvenjarin als ikki út. Ístaðin las pressutalsmaðurin hjá DBU eina fráboðan upp, har Morten Olsen segði, at hann vildi njóta sigurin saman við spælarunum og áskoðarunum. Men at hann ikki hevði hug at tosa við miðlarnar um hetta.
Og spælararnir høvdu sama hugburð. Haðani vóru boðini, at teir fegnaðust um sigurin, men at teir ikki høvdu stundir at gera viðmerkingar um hetta fyrr enn sunnumorgunin.
Uttan iva eitt boykott, sum er íkomið av atfinningunum, sum miðlarnir seinastu tíðina hava havt móti liðnum.
Á 3+, sum sendi beinleiðis frá dystinum, var fyrrverandi ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, millum gestirnar. Holmstrøm plagar ikki at tiga, um hann er ónøgdur, og hann kallaði støðuna fyri ”rablende sindsygt”.
Og hendingin fyllir sjálvandi størsta partin av donsku fótbóltsmiðlunum í dag. Men hóast tey í DBU harmast støðuna, so vilja tey ikki finnast at spælarunum. Spælararnir sjálvir siga, at teir eru troyttir av negativa kritikkinum, sum støðugt hevur verið um landsliðið, og kunningarstjórin hjá DBU, Lars Berendt, vil ikki gera meira við hetta.
- Eg veit væl, at tað eru tíðindafólk, sum halda, at vit skuldu noytt spælararnir at komið á tíðindafundin. Tvang ber tó sjáldan nakað positivt við sær, og tað er avgjørt ikki tað, sum vit hava í huga, sigur Lars Berendt við heimasíðuna, bold.dk.










