Marknaavtalan millum Føroyar og Bretland hevur longu fingið ítøkiligar avleiðingar. Eitt nú er undirtøkan fyri at vera við á altjóða oljumessuni í Aberdeen í heyst rættiliga stór. Fyri at fáa so nógvar av teimum í vinnuligum høpi við á framsýningina hevur Menningarstovan lýsing í bløðunum. Tær fyritøkur, sum vilja vera við á føroyska básinum og sum ikki longu hava biðið um og tryggjað sær pláss, skulu venda sær til Menningarstovuna innan 4. juni.
Kjartan Kristiansen, leiðari á Menningarstovuni sigur, at føroyski básurin verið 100 kvm. Tað vísir seg, at fleiri av fyritøkunum ynskja at vera fyri seg sjálvar og hava sín egna bás á básinum. Hetta heldur Kjartan Kristiansen vera sera áhugavert, tí tá kann man siga, at fyritøkurnar veruliga tosa um business. -Tað haldi eg er sera positivt, men hinvegin er tað so ein trupulleiki hjá hinum, sum ikki júst vita, hvussu teir skulu bera seg at sum ein lítil veitari til hesa nýggju vinnuna. Eg hugsi serliga um teir nýggju og smáu veitararnar - at fáa teir fram.
Menningarstjórin vónar, at so nógvar fyritøkur sum gjørligt vera við, tí tað hevur nógv at siga at knýta samband við útlendskar fyritøkur, nú áðrenn leiting tekur seg upp á føroyskum øki. Menningarstovan verður niðurringt av fyritøkum í útlandinum, sum vil veita tænastur í sambandi við komandi oljuleiting. Tað eru m.a. hesar fyritøkur, sum føroyingar sjálvur eiga at hava samstarv við m.a. sum umboð fyri ávísar vørur, ið verða brúktar í aljóða oljuvinnuni.
Fyrstu ferð, at føroyingar vóru við á eini oljumessu var í 1995 í Aberdeen. So vóru teir aftur við í 97 og so í Stavanger í 98.
Kjartan Kristiansen er sjálvur fegin um, at marknaavtalan er gjørd og heldur hana vera sera væl ?timað? til oljumessuna. Hjá teimum fyritøkum, sum longu hava fyrireikað seg til 1. útbjóðing kemur ein slík messa væl við, tí hon er ein týðandi uppfylging av tí arbeiði, sum higartil er gjørt. Men tað hevur sum sagt eisini týdning at fáa nýggjar smáfyritøkur við.
Eisini Oljumáladeildin verður við á oljumessuni. Sosialurin skilur, at hóast tað enn ikki er heilt greitt, hvussu ein 1. útbjóðing fer at síggja út, so ætlar Oljumáladeildin kortini vera við á messuni, ma. fyri at fáa útlendsk feløg og fyritøkur at vísa einum føroyskum bási við føroyskum vinnulívið áhuga. Herálvur Joensen, leiðari á Oljumáladeildini sigur, at tað uttan iva hevur týdning fyri føroyskt vinnulív, at teir eru við. Hvat viðvíkur fyrstu føroysku útbjóðingini so verður helst møguleiki fyri seinni at lýsa hesa á ein ella annan hátt í t.d. London seinni í ár.
Í sambandi við messuna verður eisini ein ráðstevna, sum hesaferð snýr seg um framtíðar avbjóðingar í hesi vinnu undir heitinum ?Nýggjar avbjóðingar - nýggj svør?. Eisini verður eitt panelorðaskifti undir heitinum ?Vision 2020?. So talan verður um rættiliga áhugavert seminar eisini. Kjartan Kristiansen heldur tað kanska eisini fer at vera áhugi hjá politikarum at fara til ráðstevnuna. Uttan iva verður Eyðun Elttør, oljumálaráðharri við á messuni í Aberdeen, sum verður í døgunum 7. til 10. september.
Lønandi vegur til nýggjar vinnur
Kjartan Kristiansen telist millum teirra, sum ikki trýr uppá, at ein oljuvinna verður okkara bjarging sum tjóð, tí er olja í undirgrundini, so varir hon ikki ævigt. Men hann metir hesa vinnu kortini at hava stóran týdning fyri okkum føroyingar. Hon kann gerast ein lønandi vegur at fara inn í heilt nýggjar vinnur, sum liggja langt uttan fyri oljuvinnuna, men har oljuvinnan sum slík er við til at seta hetta í gongd. Tað er nú vit skulu læra tað vit skulu læra til aðrar meira framkomnar vinnur. Her verður ikki minst hugsað um hægri og meira krevjandi teknikk, kommunikatión, logistikk osfr.