Oljustjóri við Eidesgaard: Halt oljuna uttanfyri!

- Tað er órímiligt at fíggjarmálaráðharranum at draga Magn og prísir á olju upp í ideologiska stríðið við bankarnar, sigur Hendrik Egholm, stjóri á Magn Tað var í síðstu viku, at Sosialurin greiddi frá, at Jóannes Eidesgaard frá tingsins røðarapalli hevði hartað bankarnar fyri kartellvirksemi - og í sama viðfangi nevndi oljuprísirnar, sum so at siga altíð eru teir somu hjá báðum oljufeløgunum, Magn og Effo.

Men hetta er fallið Hendriki Egholm, stjóra á Magn fyri brótstið. Í eini hvassari viðmerking, sum verður prentað í Sosialinum í dag, finst hann at Jóannesi Eidesgaard.

- Tað er órímiligt av landsstýrismanninum í fíggjarmálum at draga Magn og prísir á olju upp í ideologiska stríðið við bankarnar. Serliga tá fakta er, at húsarhald í Føroyum gjalda minni fyri oljuna enn donsk húsarhald ? eisini tá skattir og avgjøld á olju eru tikin frá, sigur Hendrik Egholm.

Hann vísir millum annað á, at tá fíggjarmálaráðharrin á tingsins røðarapalli eftirlýsti at fáa eins bílig realkreditt lán í Føroyum sum í Danmark, er tað eitt mál, sum einki hevur við oljuprísir at gera.

- Tí gassoljan til føroyska húsarhaldið er eitt dømi upp á vøru, sum ikki einans er eins bílig og í Danmark, hon liggur undir danskar prísir.

- Gassoljan er okkara mest týðandi oljuvøra, og hon er ein týdningarmikil útreiðsla fyri føroyska húsarhaldið. Júst tí er tað serstakliga jaligt fyri føroysku húsarhaldini og Føroyar sum heild, at gassoljan verður seld fyri ein sámiligan prís. Vónandi kunnu fíggjarmálaráðharrin og eg semjast um, at ein prísur, sum liggur undir tí danska prísinum, eisini tá skattur og avgjøld eru drigin frá, er ok,sigur Hendrik Egholm.

Hann vísir á, at um somu tíð sum Jóannes Eidesgaard viðgjørdi rentur og oljuna, var stórur munur á gassoljuprísunum í Føroyum og Danmark.

Hendan dagin var gassoljan 2,64 kr. bíligari við øllum avgjøldum, og 57 oyru bíligari uttan avgjøld! Bíligari í Føroyum, skilst!

- Framvegis er munurin á leið tann sami.

Kennir tú nakra aðra vøru, sum er bíligari at keypa í Føroyum enn í Danmark, tá skattir og avgjøld eru tikin frá? Tað skuldi líka verið kranavatn, spyr hann fíggjarmálaráðharran.

Hendrik Egholm sigur, at samfelagstýdningurin av góða prísinum á gassolju er stórur. Eini vanlig sethús brúka 3.000-3.500 litrar av gassolju um árið. Og vit hava umleið 17.000 sethús í Føroyum, harav væl størsti parturin hava gassolju sum hitakeldu. So tað krevur ikki tað stóra at rokna seg fram til, at góðu prísirnir á gassolju eru nógvar, nógvar milliónir verdar fyri føroyska húsarhaldið, sigur hann.