Fyri fyrstu ferð nakrantíð er oljuprísurin farin upp um 100 dollarar fyri tunnuna Tað var á amerikanska marknaðinum, at oljuprísurin setti tað søguliga metið seinnapartin.
Tað gamla metið, sum var frá 21. novembur í fjør, var 99,29 dollarar.
Oljuprísurin er hækkaður fýra dollarar í dag orsakað av ófriði í oljulondunum Nigeria og Algeria, samstundis sum morðið á Benazir Bhutto hevur økt spenningin í Miðeystri.