Oljuprísurin er søguliga høgur

Ráoljuprísurin er tann hægsti síðani flógvakríggið. Lági kursurin á dollarum kemur væl við hjá føroyingum

OLJA

 
Prísurin á ráolju er søguliga høgur í løtuni. Prísurin hevur ikki verið eins høgur síðani Flógvakríggið fyri skjótt fjúrtan árum síðani. Og hetta setir eisini síni spor á støðuna hjá føroyska keyparanum. Á ólavsøku dýrkaði Føroya Shell um sínar prísir. Prísurin á bensin og diesel er í miðal hækkaður 13,5% síðani januar 2002. Prísurin ferðast upp og niður við alheimsprísinum. Men prísurin á brennievni hevði verið munandi hægri, var tað ikki fyri lága kursinum á dollaranum.
Spurningurin er hvørt høgi prísurin fer at halda sær?
-        Tá mann er á hægsta prísi í fjúrtan ára, so er ringt at meta, og tú kundi ynskt, at prísurin gekk niðureftir. Men serliga ófriðurin í Russlandi og stóri eftirspurningurin ger, at tað í løtuni ikki røkist fyri, at oljuprísurin fer at halda verandi støði eina tíð afturat, sigur Erling í Liða, sølu- og marknaðarleiðari á Føroya Shell.
Hann sigur, at høgi oljuprísurin skyldast fleiri umstøðum. Òfriðurin við størsta oljufelagnum í Russlandi spælir ein týðandi leiklut.l Men eisini er eftirspurningurin í serliga Kina voksin nógv. órógv.
Prísurin fyri tunnuna er í skrivandi stund 40,64 dollara fyri tunnuna. Serfrøðingar hava torført við at siga nakað um, hvussu nógvur longur upp prísurin kann førka seg.