Oljufeløg skipa seg

Oljufeløgini, sum ætla sær at leita eftir olju í grønlendsku undirgrundini, hava tikið seg saman í áhugafelagsskapin Greenland Oil Industry Association, stytt GOIA. Tað eru sjey feløg, sum hava stovnað felagsskapin, og felags fyri tey er, at øll hava fingið loyvi at leita eftir olju í Grønlandi.

Formaður í felagsskapinum Arne Rosenkrands frá danska felagnum Dong Energy, og næsti maður hansara er Ian Watt, sum umboðar tað bretska felagið Cairn Energy.

GOIA skal millum annað samskipa ymiskt arbeiðið hjá feløgunum so sum spurningar um trygd og umhvørvisvernd, sigur KNR.