Oljufeløg ábyrgd av skattinum hjá øðrum

Oljufeløg, sum arbeiða á føroyskum øki, skulu sjálvi gjalda skatt fyri tær fyritøkur, sum arbeiða fyri oljufeløgini, um hesar ikki megna at halda skyldur sínar mótvegis landskassanum Hetta samtykti tingið hósdagin. Eitt ynski frá oljufeløgunum og Fíggjarmálastýrinum um, at oljufeløg skulu sleppa at draga hesar útreiðslur frá í skattinum, varð tó vrakað av tinginum.

Tingið samtykti hósdagin við 3. viðgerð kolvetnisskattafyrisitingarlógina. Uppskotið var samtykt uttan ta broyting, sum fíggjarmálaráðharrin bað Fíggjarnevnd gera millum 2. og 3. viðgerð.

Orðaskiftið gjørdist óvanliga drúgvt fyri eina 3. viðgerð, og var tað serstakliga andstøðutingmaðurin Vilhelm Johannesen, sum hevði orðið.

Tað var eftir 2. viðgerð, at Bjarni Djurholm, formaður í Fíggjarnevndini boðaði frá, at hann hevði fingið eitt skriv frá Karsten Hansen, landsstýrismanni, og at Fíggjarnevndin fór at viðgera skrivið og møguliga at koma við einum broytingaruppskoti til 3. viðgerð. Tá var tað, at løgtingsformaðurin gjørdi vart við, at Fíggjarnevndin kann ikki sum nevnd koma við einum broytingaruppskoti, tí málið var ikki í nevndini longur men var lagt fyri tingið. Harfyri kundu fíggjarnevndarlimirnir sum løgtingslimir koma við einum broytingaruppskoti.

Fíggjarnevndin hevði síðani fund um málið, og har var semja um ikki at seta nakað broytingaruppskot fram.

Brævið, sum kom frá landsstýrismanninum og sum fekk ávísar tingmenn at taka orðið undir 3. viðgerð, var eitt ynski um at fáa við í lógina, at oljufeløg, sum skulu hava ábyrgdina av, at undirarbeiðstakarar teirra gjalda skatt til landskassan, samtíðis sleppa at draga hesar útreiðslur frá í skattinum. Í brævinum frá fíggjarmálaráðharranum stendur m.a.:

?Í upprunaliga uppskotinum stóð í grein 13, stk. 2, at skattakrøv, ið loyvishavari ábyrgist fyri, skulu ikki kunna dragast frá tí skattskyldugu inntøkuni. Hetta uppskotið varð sent oljufeløgunum til hoyringar og mælt verður harðliga frá hesum. Fíggjármálastýrið tók svar teirra til eftirtektar og strikaði grein 13, stk. 2 í uppskotinum, sum varð lagt fyri tingið?.

Síðani hendir tað tó, at Fíggjarnevndin kemur við einum broytingaruppskoti, har henda grein verður sett inn aftur um, at skattakrøv, sum loyvishavari ábyrgist fyri, skulu ikki kunna dragast frá, tá skatturin verður útroknaður.


Óvanlig mannagongd

Tað var serstakliga Vilhelm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum hevði orðið undir 3. viðgerð og mótmælti hann harðliga framferðarháttinum hjá Fíggjarmálastýrinum. Hann vísti m.a. á ta eftir hansara meting óvanligu mannagongd, at eitt skattalógaruppskot verður sent til ummælis hjá tí, sum skal gjalda skatt, í hesum føri hjá oljufeløgunum, og at úttalilsini hjá hesum feløgum síðani verða tikin til eftirtektar.

-Nær fara vit at senda skattalógir til ummælis hjá Palleba. Sleppur hann at ummæla skattalógina, áðrenn hon verður sett í gildi og siga, hvussu hann vil verða skattaður og hvat hann vil sleppa at draga frá spurdi tingmaðurin og legði aftrat, at hetta hevur ikki verið vanligur siður.

Vilhelm Johannesen var rættiliga bersøgin og dróg ymsar paralellir til hetta uppskotið. -Løgtingið skal ikki leggja seg út í, hvar ein oljuútgerðarhavn skal vera, vit skulu ikki hava nakað føroyskt landsoljufelag, heldur ikki taka upp optión, sum treytar okkum, at vit seinni kunnu koma inn við einum føroyskum landsoljufelag, og nú kemur so hetta aftrat, at skattalógin skal sendast til ummælis hjá oljufeløgunum.

Vilhelm Johannesen segði, at fyri seg tyktist tað sum um, at tað eru oljufeløgini, sum hava evsta vald í hesum spurningum. -Klára vit ikki at umsita oljuríkiðdømi frægari enn hetta málið bendir á, so skulu vit lata oljuna liggja til okkurt annað ættarlið, nú alt bendir á, at vit lata oljufeløgini ráða. Vilja oljufeløgini ikki ganga undir tær treytir, sum vit seta, so kunnu vit bara lata hana liggja segði Vilhelm Johannesen.

Tað sjáldsama hendi undir viðgerðina, at hon varð stegðað og útsett eina løtu, tí landsstýrismaðurin ikki var til steðar í salinum. Tá hann kom í tingið varð viðgerðin uppafturtikin og tingmenn endurtóku tað teir longu høvdu borið fram. Karsten Hansen legði fram sína frágreiðing.


Púra vanligt við hoyring

Karsten Hansen, landsstýrismaður helt einki løgið vera í at koyra slík mál til hoyring hjá eitt nú oljufeløgunum. Tað er vanlig mannagongd at koyra mál til hoyring her heima eisini vísti hann á. Hann greiddi annars frá, at tað var ikki bert henda eina greinin, sum var farin til hoyring hjá oljufeløgunum, men øll lógin sum heild. Hóast Fíggjarmálastýrið fekk viðmerkingar til fleiri greinar, so var tað bert í onkrum einstøkum føri, at man hevði tikið hesar til eftirtektar.

Hann vísti á, at feløgini vóru ikki fegin um at skula ábyrgdast at gjalda skatt fyri undirarbeiðstakarar, sum ikki hildu sínar skyldur. Hetta var tó ein treyt, sum Fíggjarmálastýrið vildi hava við og sum eisini var nógv harðari enn í øðrum londum. Men Fíggjarmálastýrið metti kortini, at tað var kanska ikki rímuligt at seta so harðar treytir og ikki loyva feløgunum at kunna draga útreiðslur, sum man hevði av øðrum, frá í endaliga skattinum.

-Men meinar tingið, at tað er rætt, at oljufeløgini ikki skulu sleppa at draga hesar møguligu útreiðslur frá, so er tað rætt segði landsstýrismaðurin. Eisini landsstýrismaðurin í oljumálum hevði orðið. Hann vísti eisini á, at tingið hevur seinasta orðið og metti annars ikki, at hetta fór at styggja nakað oljufelag burtur.

Endin varð, at upprunaliga uppskotið varð samtykt sum við 2. viðgerð.


Útbjóðing letur upp 17. februar

Nú er so bert eftir at samtykkja uppskotið um serskatt, so er allur oljupakkin farin gjøgnum tingið. 2. viðgerð av serskattinum verður helst tíðliga í næstu viku, soleiðis, at allur oljupakkin kann verða endaliga góðkendur av løgtinginum miðskeiðis ella seint í næstu viku.

Hjá Oljumálastýrinum verður annars upplýst, at 1. útbjóðing á føroyska landgrunninum letur alment upp 17. februar og letur aftur 17. mai. Tvs. at oljufeløgini hava tríggjar mánaðir til at koma fyrireika umsóknir sínar. Stóri spurningurin er so, um tann seinking, sum hevur verið í hesum máli, ger, at fyrsta boringin á føroyska landgrunninum ikki verður fyrr enn í ár 2002. Men enn bendir tað so á, at oljufeløg vilja royna at seta á í 2001 - men tað veldst so alt um, hvussu nógv er liðið út á árið.