Oljufólk skotin upp til nevndarlimir í AP

Tveir føroyingr og ein norðmaður eru í uppskoti til nevndarlimir í oljufelagnum Atlantic Petroleum til eykaaðalfundin 3. juli. Tey eru Birgir Durhuus, Jan Evensen og Diana Leo.

Hetta verður upplýst í skrivi seinnapartin. Jan Evensen er norðmaður og arbeiðir hjá Rock Energy. Hann er gamal kenningar frá leiting við Føroyar, varð eitt skifti oddamaður hjá Amerada Hess í leitingini við Føroyar. Diana Leo er føroyingur og arbeiðir í dag sum framleiðslustjóri á Siri oljufeltinum hjá DONG í Norðsjónum. Birgir Durhuus er eisini føroyingur og arbeiðir hjá Danske Bank. Hesi eru í uppskoti at koma í nevnd ístaðin fyri Kjartan Hoydal, Óla Hammer og Peter Even Djurhuus.