Óli stórspældi tá Sävehof vann fyrstu meistaraskapsfinaluna

Sävehof knógvaði Ystad í tí fyrstu finaluni

Óli Mittún og liðfelagarnir í Sävehof eru á odda 1-0 í meistaraskapsfinalunum móti Ystad.

 

Sävehof vann í dag á heimavølli í Partille 28-27 á Ystad. Ystad gav Sävehof holla mótstøðu, men við stórspæli frá Óla Mittún eydnaðist tað Sävehof at knógva sigurin heim.

 

Óli gjørdist toppskjútti hjá Sävehof við átta málum, umframt at leggja upp til fleiri mál hjá viðleikarunum. 

 

Óli var eisini mest effektivi leikarin hjá Sävehof sambært hagtølunum.

 

Mikudagin klokkan 17 verður onnur finalan leikt í Ystad.