Olgar heldur fram

Álopslegendan Olgar Danielsen vandi í fjør 2. lið og unglingarnar hjá EB/Streymi, og hann heldur fram í hesum starvi í ár

Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi. 2. lið hjá EB/Streymi skal í ár spæla í 1. Deild.

- Samstundis sum avbjóðingin er stór, so verður 2008 eisini eitt søguligt ár, líkamikið hvørji úrslitini verða, tí hetta er fyrstu ferð í søgu felagsins, at EB/Streymur hevur lið í teimum báðu fremstu mansdeildunum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.