Ole Clausen 50 ár

Týsdagin 13. februar fylti Ole Clausen 50 ár.

Ole er havnarmaður og býr á Argjum. Seinastu meira enn 30 árini hevur hann arbeitt hjá býráðnum.
 
Hann byrjaði tann í 1976 í grótbrotinum, sum tá var við Oyggjarvegin, oman fyri Havnina. Hann var í nógv ár í asfaltinum og á vegadeildini, eisini hevur hann arbeitt í reinhaldinum og hjá býargartnaranum.
 
Síðan januar 2004 hevur hann arbeitt á deildini fyri vatn og gøtuljós, sum heldur til í Torfinsgøtu.
 
Tá Ole í fjør hevði 30 ára starvsdag hjá býráðnum, nevndi borgarstjórin m.a. í røðu síni, at Ole er kendur fyri at vera røkin og fyri at halda bilar o.a. sum hann hevur ábygdina av, sera væl og í góðum standi.