OL-hondbóltur: Týskland sendi fronsku vertirnar út - Spania vann á Egyptalandi

Neyðugt var við longdari leiktíð í báðum fjórðingsfinalunum, ið higartil eru leiktar í dag

 

Fronsku vertirnir eru úti av olympiska endaspælinum í hondbólti hjá monnum.

 

Týskland vann aftaná longda leiktíð 35-34 á Fraklandi. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. 

 

Frakland var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 15-12 í steðginum.

 

Renars Uscins stórspældi og skoraði 14 mál fyri Týskland. 

 

Talan var um seinasta dystin hjá franska stórleikaranum, Nikola Karabatic. 

 

Týskland-Frakland 35-34 (29-29 - 12-15)

 

Týskland: Renars Uscins 14/3, Sebastian Heymann 6, Johannes Golla 6, Juri Knorr 5, Christoph Steinert 1, Lukas Mertens 1, Rune Dahmke 1, Julian Köster 1.

Frakland: Dika Mem 10, Hugo Descat 8/4, Elohim Prandi 4, Melvyn Richardson 3, Ludovic Fabregas 3, Nicolas Tournat 2, Nedim Remili 2 Aymeric Minne 1, Valentie Porte 1.

 

Tíðliga í dag vann Spania 29-28 á Egyptalandi aftaná longda leiktíð.

 

Tað stóð á jøvnum 25-25 aftaná vanliga leiktíð.

 

Egyptar vóru betra liðið í fyrra hálvleiki, og teir vóru á odda 12-8 í steðginum. Men spaniumenn vóru omaná í seinna hálvleiki, og knógvaðu sigurin í longdu leiktíðini.

 

Spania-Egyptaland 29-28 (25-25 - 8-12)

 

Spania: Aleix Gomez Abello 9, Ian Tarrafeta Serrano 6, Agustin Casado Marcelo 4, Alex Dujshebaev Dovichebaeva 3, Kauldi Odriozola Yeregui 2, Daniel Fernandez Jimenez 2, Javier Rodriguez Moreno 1, Daniel Dujshebaev Dovichebaeva 1, Abel Serdio Guntin 1.

 

Egyptaland: Yehia Elderaa 8, Seif Elderaa 6, Ahmed Hesham 5, Mohammad Sanad 3, Ahmed Adel 3, Ali Zein 2, Omar Elwakil 1.