Okkurt hava tit tó fingið av skafti – Edmund tingformaður!

Egin Henriksen

Hóast meiningarnar eru ymiskar um virðini av politiska arbeiðinum.
Við endan av 2006 megnaðu tit t. d. at skriva søgu, tá Sambandsflokkurin
fór í parlag við Tjóðveldisflokkin, og tað við danskari kongligari fyriskipan (266 b).
Skil tað hvør, ið skilja vil.
Í øldir hava Føroyar verið kloyvdar av lemjandi ósemju um samband ella loysing, og sum um tað ikki var nógmikið, megnaðu tit at skapa eina nýggja gjógv í føroyska fólkinum, hesuferð um virðir – føroyska mentan. Um hetta er liður í visiónsætlanini ella ikki, kann lesarin sjálvur døma um.
Tað stóra takið hjá einum nýggjum løgtingi verður: at fáa Føroyar aftur á slóðina,
at skapa álit í føroyska fólkinum, at fáa fólkið at draga somu línu tjóðini at gagni, seta føroyska mentan og føroysk virðir í hásæti, forða tjóðveldinum at dragsa danskan ómoral inn í landið við kongligum fyriskipanum, og so sjálvandi at seta roykibann í løgtingshúsunum.