Okkara fíggjarætlan er væl skipað

Ongin orsøk er hjá Annfinni Brekkstein, býðráðslimi, at stúra fyri fíggjarætlanini hjá Tórshavnar Kommunu fyri 2011. Íløguætlanin hevur langt sikti, og kommunan økir ikki um skuld sína næsta ár

Tvær misskiljingar!

So stutt kann mann lýsa eitt lesarabræv, sum Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin, hevur í fjølmiðlunum í dag, hósdagin 11. nov.

Spurningurin er, um býráðslimurin misskilir við vilja ella ikki. Tað skal eg lata liggja. Tó er neyðugt at greiða tey bæði høvuðspunktini, sum Annfinn Brekkstein í sínum teksti misskilir.

Hóskandi lántøka
Fyrra misskiljingin gongur uppá, at Tórshavnar Kommuna skal hava “tyngjandi lántøkur”. Tað rætta er, at Tórshavnar Kommuna hevur eina hóskandi lántøku, ið er lítil í mun til fíggjarligu orkuna hjá kommununi. Í veruleikanum er skuldin eina kvarta álíkning. Markið fyri lántøku uttan serligt loyvi frá Fíggjarmálaráðnum er, sum Annfinn Brekkstein veit, ein heil álíkning.

Higartil hevur kommunan tikið 173 mió. kr. í láni. Lánibyrðan er ikki økt meira enn tað liggur í kortunum fyri 2010, og soleiðis verður samlaða skuldin í mesta lagi uml. 225 mió. kr. við árslok í ár.

So er spurningurin: hvussu stór verður skuldin eitt ár seinni, tvs. við árslok 2011? Jú, hon verður neyvt tann sama, nevniliga í mesta lagi 225 mió. kr.

Í fíggjarætlanini fyri 2011 verða 11,3 mió. kr. goldnar í rentum. Avdráttir á 17,8 mió. kr. verða umfíggjaðir, men tað ávirkar ikki skuldina. Hon fer jú ikki upp um 225 mió. kr.

At siga, at kommunan hevur “tyngjandi lántøkur” er at skjóta langt við síðuna av. Skuldin økist ikki meira, enn lagt er upp til í Fíggjarætlanini fyri 2010.

Støðug langtíðatíløguætlan
Seinna misskiljingin hjá Annfinni Brekkstein gongur uppá, at ongin langtíðar íløguætlan skal vera fyri Tórshavnar Kommunu. Tað rætta er, at tað fyriliggur ein langtíðar íløguætlan.

Í sambandi við arbeiðið við fíggjarætlanum liggur sjálvsagt ein íløguætlan sum grundarlag, og henda ætlan strekkir seg yvir fleiri ár. Til dømis fylgir útbyggingin av eldra- og skúlaøkinum eins og kloakætlanin einari langtíðar íløguætlan.

Skattaprosent og -hækking
Afturat teimum báðum misskiljingunum hjá Annfinni Brekkstein omanfyri, hevur hann eitt sjónarmið um skattahækkingar. Her er eisini neyðugt við einari rættleiðing.

Eitt hitt fremsta málið hjá Tórshavnar Kommunu er at nøkta tørvin á ellis- og røktarheimsplássum í Suðurstreymoy, sum er eitt øki, landið hevur forsømt.

Býráðið hevur sett sær fyri at byggja røktarheim til 64 fólk yviri við Strond. Spakin verður settur í í hesum árinum. Henda íløga kemur aftur at øðrum íløgum hjá kommununi, sum longu eru í gond, serliga á skúlaøkinum. Tí hevur verið neyðugt at hækka skattin, við einum prosenti, so fígging er til hesa serstøku íløgu í eldraøkið – væl at merkja uttan at taka lán!

Kanska andstøðan í býráðnum hevði viljað verið røktarheimið fyri uttan, men tað vilja borgarar í Tórshavnar Kommunu neyvan, tí tørvurin er stórur. Tí hækkaði skatturin eitt prosent í ár, og stórt forstáilsi hevur verið fyri tí millum okkara borgarar.

Harumframt er greitt, at í 2006 yvirtóku kommunurnar rakstraruppgávur frá landinum. Hetta fór fram á ein skipaðan hátt, har ábyrgd og avgerðarrættur fylgdust. Hetta kunnu vit frøast um.

Talan er um barnaverndarøkið og stuðulsfólkaskipanina fyri børn, sum kostaðu á leið 24 mió. kr. ella uml. eitt skattaprosent, ið kommunuskatturin hækkaði við, og sum landsskatturin lækkaði við. Sostatt øktist skattatrýstið ikki av teirri orsøk.

Annfinn Brekkstein kann sova púra róliga hvørja nátt, tí okkara fíggjarætlan og arbeiðið við henni er væl skipað.