Okkara EM-mótstøðulið Póland tapti tveir dystir

Póland sum Føroyar møta í EM-endaspælinum 15. januar spældi tveir venjingardystir í vikuskiftinum

Eitt av mótstøðuliðunum hjá Føroyum í EM-endaspælinum í innleiðandi bólki D í Týsklandi er Póland.

 

Somu dagar sum Føroyar spældu tveir venjingardystir móti Íslandi spældi Póland tveir venjingardystir móti Ungarn á útivølli.

 

Póland var fyri tapi í báðum dystunum.

 

Ungarn vann fyrra dystin greitt 36-26 (16-11). Seinna dystin vann Ungarn 31-27 (14-15).

 

Slovenia sum Føroyar eisini møta í innleiðandi bólkaspælinum í EM-endaspælinum spældi tveir venjingardystir móti Serbia á heimavølli. 

 

Fyrri dysturin endaði við 30-26 (12-13) sigri til Slovenia. Seinni dysturin endaði við javnleiki 28-28 (10-12).