Hósdagin 11. august kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Oggi Lamhauge upp í Galerie Focus í Lambagerði 1 í Havn.
Litir og lívsins lættleiki er evni hjá hesi framsýningini.
Oggi hevur nógvu seinastu árini arbeitt við lívsins álvarsemi og teimum viðurskiftum menniskjað hevur undir sólini, í listgrafiskum prentmyndum.
Hesaferð hevur Oggi stuttleika sær við litum og formum í ein meira støddfrøðiligum myndabúnaði á ein meira spælandi hátt enn hann hevur gjørt undanfarið. Nakrar av myndunum eru trívíddar veggmyndir, meðan aðrar eru tvívíddar, men málaðar á krossvið har viðurin sæst gjøgnum myndirnar.
Oggi Lamhauge (f. 1971) er útbúgvin grafikari á Listaháskúla Íslands árini 1993 - 1997 og hevur framsýnt her á landi og uttanlands. Hann hevur saman við øðrum gjørt prýðis uppgávur og hevur somuleiðis gjørt altartalvuna í Hattarvíkar kirkju, ið varð latin kirkjuni í 2001. Hann gjørdi verkætlanina “Ringrás”, sum varð ein umhvørvis listarlig (LandArt) verkætlan, sum innihelt eitt verk um mánaðin í eitt ár og í einum ávísum innandura rúmi. Saman við hesi verkætlan kom bók út við sama heiti - eitt slag av dokumentatión fyri verkætlanina og samstundis ein listarligur liður í verkætlanini.
Listamaðurin hevur umframt hetta fingið trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins og av somu grund gjørdi Kringvarp Føroya eina portrett sending (Ringrás) um listamannin og virksemi hansara.
Í løtuni arbeiðir listamaðurin við eini nýggjari verkætlan til Bønhúsið í Søldarfirði, har hann skal sniðgeva altar, altarringin, talarastólin, nummartalvur og umframt hetta gera altartalvu til bønhúsið. Hetta arbeiði verður ætlandi liðugt áðrenn árslok.