Renée Toft Simonsen var nógv brúkt sum modell í 1980-unum. Hon vann kappingina "Face of the 80's" í 1982 og helt saman við John Taylor úr bólkinum Duran Duran. Tá modellkarrieran fór at halla, búsetti hon seg í heimbýnum Århus og las sálarfrøði á universitetinum. Seinastu árini hevur hon skrivað barnabøkur, sum hon hevur vunnið fleiri virðislønir fyri. Hon er gift við sangaranum Thomas Helmig, og saman hava tey eitt barn. Renée eigur eisini tvey børn frá fyrr av.
Helena Christensen kann roknast ímillum tær heilt stóru supermodellirnar frá 1990-unum. Mamma hennara eru úr Peru, og pápin er dani. Hon gjørdist Miss Danmark 1986 og flutti síðani til París, haðani hon arbeiddi sum modell í nógv ár. Seinastu árini hevur Helena Christensen starvast sum fotografur og sum sniðgevi. Millum annað hevur hon gjørt vistfrøðilig barnaklæði til "Name It". Helena eigur ein son, 10-ára gamla Mingus.