Øssur Johannesen sýnir fram í Reykjavík

Fjøllistamaðurin Øssur Johannesen hevur listaframsýning í Reykjavík í Íslandi.

Myndaevnini eru tekningar úr krígnum í Gaza og í Ukraina, umframt onkrar nátturumyndir av brimi úr Føroyum og Íslandi og tvær Jesus-myndir.


Eisini er onkur mynd úr Auschwitz týningarleguni, har fleiri enn ein millión fólk vórðu dripin – jødar, homoseksuell, sálarsjúk, religiøsir minnilutar, fólk við breki og fleiri.


Framsýningin er Í Gunnars Húsi á Dyngjuvegi 8.


Opið er frá 26. september til og við 28. september.


Tað er opið frá klokkan 17 til 20 hvønn dag, og øll eru hjartaliga vælkomin.