Tað er alneyðugt, at eitt skeið í fyrstuhjálp verður eitt krav í føroyska fólkaskúlanum.
Tað halda næmingar á Nám X í Eysturskúlanum, sum fara í Løgtingið mánamorgunin at vera við í ungdómstinginum hjá Løgtinginginum.
Eitt av málinum, sum verður til viðgerar í Løgtinginum, er, at øll skúlabørn skulu læra um fyrstuhjálp í skúlanum.
Tey, sum leggja uppskotið fram, eru Eir Pálsdóttir, Ester Skála, Marjun Behrens, Bartal Súsonnuson Hansen, Oddmar Kristiansson og Bárður Lenvig.
Tey vísa á, at í fólkaskúlanum eru 7000 næmingar og 700 lærarar og ein stórur partur av teirra gerandisdegi er í skúlanum og í sambandi við skúlan.
Tey vísa á, at í teimum sjey aðalreglunum, ið felagsskapurin Reyði Krossur virkar eftir, stendur, at endamálið er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.
- Vit halda tað vera alneyðugt, at fyrstuhjálparskeið kemur innan skúlans gátt sum kravt undirvísingarevni. Hetta meta vit eisini er í samsvari við arbeiðsumhvørvið á skúlunum, har lagt verður upp til heilsubetri- og tryggari umhvørvi.
Tí halda tey, at tá ið ein næmingur er liðugur í fólkaskúlanum, skal hann eisini hava holla vitan um fyrstuhjálp.
Tí skjóta næmingarnir í Nám X upp, at Mentamálaráðið skipar fyri, at 15 lærarar úr øllum skúlaøkjum í Føroyum verða útbúnir undirvísarar í fyrstuhjálp.
- Hesir lærarar hava so til uppgávu at ferðast runt oyggjarnar og uppstiga førleika hjá næmingum og lærarum í fyrstuhjálp.
- Skúlin skal so líðandi standa fyri virkseminum og áhaldandi menna fyrstuhjálparskeið á staðnum, til tess at fyribyrgja óynsktum vandastøðum, halda ungdómstinglimirnir í Nám X.