Økt søla av persónbilum

Føroysku bilasølurnar hava selt 242 fleiri persónbilar í tíðarskeiðinum januar til august í ár samanborið við í fjør.

 

Tað vísa nýggj hagtøl frá Akstovuni.

 

Teir fyrstu átta mánaðirnar í fjør blivu 730 persónbilar seldir, og í ár er hetta talið 972.

 

Sostatt er sølan av persónbilum økt við einum triðingi.

 

Samlaða talið av seldum akførum er eisini hægri í ár í mun til í fjør. Frá januar til august í ár eru seld 1276 akfør, og tað er 281 fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.