Økisleiðarin farin frá

Rumbul hevur verið um Heimatænastuna í Suðurstreymoy í rúma tíð. Ein trivnaðarkanning er nú gjøgnumførd fyri Almannaverkið, og økisleiðarin er farin frá

Fyri nøkrum vikum síðani var ein trivnaðarkanning sett í verk av Almannaverkinum, sum skuldi kanna trivnaðin millum starvsfólkið í Heimatænastuni í Suðurstreymoy.

Kanningin er nú liðug og leiðarin á eldradeplinum, Hallur Thomsen, sigur, at tað er í hesum sambandi, at økisleiðarin fyri Suðurstreymoyarøkið, nú er farin frá.


- Vit hava gjørt eina trivnaðarkanning, sum vísir, at stórur mistrivnaður er millum starvsfólkini í øki 1. Vit settu okkum í samband við økisleiðaran fyri at finna útav, hvat vit kunnu gera fyri at koma víðari og vórðu samd um, at tað var best, at hon gavst í starvinum, sigur Hallur Thomsen, depilsstjóri í Eldradeplinum.


Tað er eitt sindur meira enn ein vika síðani, at økisleiðarin, Cæcilia Vestureið fór heim, men starvsfólkið hevur fingið boð um avgerðina í dag, mánadag, kl 15.00.

Les eisini: Hetta er óskikkiligt


Sosialurin hevur fyrr skrivað um, at avvarðandi í Suðurstreymoyarøkinum hava verið ónøgd, og í tí sambandinum hevur felagið hjá teimum avvarandi, TIGN, fyrr gjørt vart við, at tað tyktist sum skipanin av øki 1, sum er Suðurstreymoyarøkið, ikki var góð.


Leiðarin á eldradeplinum, Hallur Thomsen, sigur, at tey nú fara at fáa trivnaðin upp aftur við ymiskum tiltøkum.

 

- Vit søkja eftir einum nýggjum leiðara sum skjótast, og fara at hava eina tilgongd, sum skal fáa trivnaðin upp aftur millum starvsfólkini, sigur hann.

 

Ása Davidsen, seildarleiðari í eldradeplinum, er virkandi leiðari inntil nýggjur leiðari er settur.