Ødegaard hevur valt felag

Tað verður ikki eitt enskt ella spanskt felag, ið fær gleðina av 15 ára gamla Martin Ødegaard.

15 ára gamli Martin Ødegaard er helst mest eftirspurdi fótbóltsleikari í heiminum í løtuni, og stórfeløg kappast um at fáa undirskriftina hjá blaðunga norðmanninum, sum hevur skotið fleiri mál fyri Strømsgodset og herfyri gjørdist yngsti leikari nakrantíð á norska A-landsliðnum. Hann er somuleiðis yngsti spælari, ið nakrantíð hevur spælt í eini EM-undankapping.


FC Barcelona, Real Madrid, Atlético Madrid, Manchester United, Manchester City, Chelsea, Liverpool, Arsenal, Juventus og PSG hava øll verið sett í samband við Martin Ødegaard, og hann hevur eisini váttað, at hann, eftir at kappingarárið í Noregi er liðugt, ætlar sær at vitja nøkur av hesum stórfeløgunum fyri at vera vísur í, at hann velur tað rætta felagið.


Men avgerðin kann longu vera tikin. Í øllum førum veit hollendska blaðið De Telegraaf í dag at siga, at Martin Ødegaard fer at skriva undir sáttmála við Ajax. Hetta verður í fyrsta lagi 17. desembur, tá ið hann fyllir 16 ár. Ajax hevur tiltikið góða ungdómsdeild og hevur áður sent leikarar sum Johan Cruyff, Marco van Basten, Dennis Bergkamp, Luis Suarez og Zlatan Ibrahimovic víðari til onnur evropeisk stórfeløg.


Frank de Boer, venjari hjá Ajax, vil eisini fegin hava fatur á norska stórtalentinum, og hann eggjar honum at koma til teirra.


- Um hann skal velja, so burdi hann valt Ajax. Her fær ein leikari sum hann møguleikan. Velur hann at fara aðrastaðni, eitt nú til Onglands, fer hann ikki at fáa nógvar møguleikar. Hjá okkum fær hann møguleikan at royna seg á besta liðnum, sigur hann við VG.