TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Odmar Færø, sum kom inn miðskeiðis í seinna hálvleiki í HM-undankappingardystinum ímóti Sveis á Tórsvølli í gjárakvøldi.
Støðan var 2-0 til Sveis, tá Odmar Færø kom á vøllin fyri Jóhan Troest Davidsen miðskeiðis í seinna hálvleiki. Hann heldur, at hann saman við liðfeløgunum stríddist væl, og við eitt sindur av hepni kundi føroyska liðið fingið okkurt mál.
Odmar Færø var skiftur inn fyri Jóhan Troest Davidsen, sum bleiv darvaður av einum skaða.










