Odmar dagsins spælari móti Glasgow Rangers

Føroyski miðverjin varð kosin til dagsins spælara, tá Forfar tepurt tapti fyri Rangers

Odmar Færø gekk á odda á verjukenda miðvøllinum hjá Forfar Atletic, tá teir í kvøld fingu vitjan av risa stóra skotska felagnum Glasgow Rangers. Gestirnir vunnu dystin 2-0, men tað var ikki fyrr enn í evstu løtu, at avgerandi málið til 2-0 kom.

 

Odmar og hansara menn stíddust manniliga allan dystin sambært BBC, sum skrivar at dysturin var alt annað enn eitt “walk over” fyri favorittarnar úr Glasgow, sum bretar plaga art taka til, tá annað liðið vinnur lætt. Talan var um dyst í landskappingini.

 

Forfar og Rangers spæla bæði í League One, sum er triðj besta deildini í Skotlandi. Glasgow Rangers bleiv flutt heilt niður í fjórðbestu deildina, tá felagið fór á heysin. Teir eru greitt oddalið og tað verður helst ikki leingi fyrr enn Old Firm aftur verður á skránni í skotsku Premier League. Tað er uppgerðin millum risarnar í Skotlandi, Rangers og Celtic.

 

Tað hevur ikki verið so nógv at sæð og hoyrt til Odmar Færø í eina tíð, men nú tykist hann verða komin seg eftir drúgvan skaða. Hann hevur spælt um 6 dystir fyri Forfar tveir teir seinastu mánaðirnir. Forfar liggur á fimta plássi.