Oddurin gjørdi sína skyldu

Arsenal, Manchester City og Chelsea vunnu øll trý sínar dystirn í dag.

Arsenal, Manchester City og Chelsea vunnu øll trý sínar dystirn í dag.

 

Manchester City vann sín dyst móti Michael Laudrup og Swansea longu klokkan 12.45 í dag. Hóast tað leikaði javnt á, vann City 3-2, eftir at hava verið á odda bæði 1-0 og 2-1 og 3-1.

 

Arsenal vann eisini rímiliga lætt á Cardiff, men ikki fyrr enn í 88. minutti eydnaðist tað Nicolas Bendtner at skora til 1-0, og í síðsta minuttiskoraði Theo Walcott so til 2-0.

 

Eitt sindur betri gekk hjá Chelsea at vinna á Southampton. Tað var tó ikki fyrr enn í seina hálvleiki, at Chelea slóm til. Fyrst Torres, og síðani Willian og Oscar syrgdu fyri, at Chelsea hongur við í oddinum.